placeholder
Uttanlands

- Hetta fara vit ikki at finna okkum í

Lars Løkke Rasmussen sigur, at Iran fer at vita, at Danmark ikki finnur seg í tílíkum beistagerðum

Danski forsætisráðharrin Lars Løkke Rasmussen

Danski forsætisráðharrin Lars Løkke Rasmussen

2018-10-31 10:31 Author image
Ari av Rana
placeholder

Danir eru í øðini, nú danskir myndugleikar hava funnið útav, at iranska fregnartænastan ætlaði at fremja morð á iranar í Danmark.

Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri í Danmark, segði á tíðindafundi fyri Norðurlandaráðnum í Oslo, at Danmark má vísa Iran, at tílíkum finna tey seg ikki í.

Iran hevur seinastu tíðina fyrireika eina morðroynd á danskari jørð, og hetta kunnu vit yvir høvur ikki góðtaka, segði Lars Løkke Rasmussen.

- Tørvur er á at vísa Iran, at vit væl vita, hvat sum er farið fram, og at vit ikki finna okkum í tí, segði Lars Løkke Rasmussen.

Danski forsætisráðharrin segði, at tað er ikki vanligt at almannakunngerða slíkar sakir, men at danir mettu, at sakin er so álvarsom, at tey vórðu noydd at senda Iran eini sterk boð.

Lars Løkke nevndi eisini, at Danmark vita, at hetta ikki er eitt einstakt dømi, men at Iran fleiri ferðir hevur havt ætlanir í ymiskum evropeiskum londum.

Forsætisráðharrin segði, at Danmark fer at nýta teir komandi dagarnar uppá at seta seg í samband við teirra sameindu um at geva Iran eitt samlað aftursvar.

Lars Løkke nýtti eisini høvið at takka bæði Svøríki og Danmark fyri samstarvið, sum førdi til at ein persónur varð handtikin í sakini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder