Uttanlands

– Hetta góðtaka vit ikki

Í felags fráboðan finnast forfólkini í grønlendsku flokkunum at Donald Trump, sum herfyri endurtók ynskið um at taka ræðið á Grønlandi

Hósdagin vitjaði Nato-aðalskrivarin Mark Rutte í Washington, har Trump endurtók, at hann væntar, at USA fer at fáa Grønland (Mynd: EPA)

Hósdagin vitjaði Nato-aðalskrivarin Mark Rutte í Washington, har Trump endurtók, at hann væntar, at USA fer at fáa Grønland (Mynd: EPA)

2025-03-15 11:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Forfólkini í grønlendska tinginum, Inatsisartut góðtaka ikki útsøgnirnar hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump um at taka ræðið á Grønlandi, sum hann endurtók á fundi við Nato-aðalskrivaranum, Mark Rutte hósdagin.

Tað siga forfólkini í Demokraatit, Naleraq, Inuit Ataqatigiit, Siumut og Atassut í felags fráboðan.

– Sum floksforfólk halda vit ikki, at hesin atburðurin yvirfyri sameindum í eini verjusamgongu kann góðtakast.

Á tíðindafundi í sambandi við fundin við Mark Rutte, segði Trump, tá hann bleiv spurdur um Grønland, at hann væntaði, at USA fór at fáa ræðið á Grønlandi.

Eisini setti hann spurnartekin við um Danmark hevði rættindini til Grønland.

– Tey siga, tey hava rættindini til (Grønland). Eg veit ikki um tað er rætt. Tað haldi eg faktiskt ikki, segði hann sambært TV2.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder