Tveir stórur eldar tætt við grikska stórbýin Athen hava kravt 60 mannalív. Grikska stjórnin hevur biðið ES um hjálp um at basa eldarnar.
Les eisini:
Kostas Laganos, sum býr í herjaða økinum fortelur, at tey vórðu noydd at fara út í sjógvin undan eldinum.
- Eldurin jagstraði okkum út móti sjóvarmálanum. Vit føldu hvussu tað brendi í rygginum, so vit vórðu noydd at fara út í sjógvin. Hetta minnir meg um eldgosið í Pompei, segði Kostas Laganos.
Nana Laganou, sum eisini rýmdi út í sjógvin undan eldinum sigur, at fult av fólki mátti út í sjógvin.
- Eldurin var so skjótur. Vit ánaðu ikki hvat var hent. Eg havi aldrin sæð nakað líknandi. Fólkini vóru sum ein bíflugutorva í sjónum, har vit stóðu lið um lið.
Danin Lasse Birch sigur við TV2, at ein ikki kann ímynda sær hvussu skjótt tað gekk fyri seg. Hann var staddur í økinum, tá ein alarmur fór frá.
- Tað var ógvusligt. Eldurin spjaddi seg skjótari enn vit kundi bera boðini um hann. Vit stóðu og hugdu og fimm minuttir seinni var ruðuleiki. Tá alarmurin fór í gongd runnu øll í hvør sína ætt. Flúgvandi bløð settu eld í alt, og fleiri vóru brend, sigur Lasse Birch.
Støðan er so hættislig, at Grikkaland hevur biðið ES um hjálp.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald