placeholder
Innanlands

- Hetta minnir um Istedgade í Keypmannahavn

Huglagið á løgtingi er óunniligt í dag

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2018-12-13 12:27 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Huglagið í løgtinginum er óunniligur í dag. Arbeiðslagið í samgonguni verður av talarastólinum sammett við ein skøkjumarknað.

Málið, sum verður viðgjørt í dag, er eitt uppskot frá landsstýrinum um at mótrokna viðbótina til ávísar pensjónistar um so er at pensjónistar hava vinning sambært kapitalvinningsskattalógini.

Talan er um eitt uppskot, ið skal spara landskassanum fyri 3-4 milliónir krónur.

Andstøðutinglimir øtast við ógvusligum orðum inn á hesa ætlan landstýrisins. At taka pengarnar frá pensjónistunum fyri at betala Magna Laksafoss fyri at atkvøða fyri fíggjarlógini kann als ikki góðtakast, halda tinglimir fyri bæði Fólkaflokkin og Sambandsflokkin.

Jørgen Niclasen kallar avtaluna millum Magna Laksafoss og samgonguna fyri ’ølsemjuna’, meðan Kaj Leo Holm Johannessen fór enn longur.

Hann lýsti tað, sum gongur fyri seg í samgonguni í løtuni, har farið verður eftir tveimum leysgangarum og rindar teimum fyri at eliminera Kristin Michelsen, sum – sambært Kaj Leo Holm Johannessen – hevur gjørt seg ómøguligan í samgonguni.

- Trupulleikin er, at Javnaðarflokkurin ikki klárar at levera, og fer nú út at keypa atkvøðurnar frá uttanflokkatinglimum. Ongantíð fyrr hevur verið sovorðið óskil á tingarbeiðinum í desember, sum í ár. Vit bíða eftir bæði fíggjarlógini og eftir fiskidøgunum, og vit skulu í jólafrí í morgin, segði Kaj Leo Holm Johannessen, og legði so afturat.

- Hetta minnir um Istedgade í Keypmannahavn.

Istedgade var til fyri nøkrum árum síðani gøtan í danska høvuðsstaðnum, har menn fóru at keypa sær kynsligar tænastur – ein skøkjugøta.

Til verju fyri Kaj Leo Holm Johannessen skal tó sigast, at hann eina løtu eftir hesa útsøgnina bað tingið um umbering fyri at hann var komin at nevna eina ávísa gøtu í Keypmannahavn.

Fylgjast kann við tingviðgerðini á heimasíðuni hjá Kringvarpinum. Útvarpsstøðin R7 hevur eisini sett eina kanal av har til ber at hoyra tingvarp í útvarpslurtinum. Tingvarpið liggur á 98,3 og 104,5 MHz

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder