Heimskendi sjónleikarin George Clooney øtast við hvussu ensku miðlarnir fara við Meghan Markle, sum í summar giftist við bretska Harry prinsi. George Clooney, sum er vinur Meghan Markle, sigur at hetta minnir hann um støðuna, sum Diana prinsessa var í.
Diana prinsessa lat lív í bilvanlukku, eftir at bilførarin royndi at koyra undan papparazzimyndamonnum.
- Tey jagstra hana allastaðni. Hon verður forfylgd. Eg dugi ikki at fortelja tykkum hvussu ørkymlandi tað er at síggja, sigur Clooney, sum var við til brúdleypið hjá prinsinum og Meghan Markle.
Clooney sigur, at Meghan Markle er við barn á sjeynda mánað, og hon verður jakstra og forfylgd á sama hátt sum Diana prinsessa varð, skrivar DR.
- Søgan er um at endurtaka seg, heldur amerikanski sjónleikarin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald