Innanlands

- Hugaligari tá brislingurin fer til matna

Katrin úr Søldarfirði hevur drúgvar royndir at kasta nót á føroyskum firðum

Hilmar Johannesen (Skíggjamynd: KvF)

Hilmar Johannesen (Skíggjamynd: KvF)

2018-11-12 18:28 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Vit hava nú fasta avtalu við Tavuna í Leirvík um at tey taka ímóti brislinginum frá okkum, og framleiða hann víðari til matna. Tað er eitt sindur hugaligari enn at avreiða hann til fóður hjá Havsbrún í Fuglafirði.

Soleiðis sigur Hilmar Johannesen úr Søldarfirði, sum er skipari á Katrin, ein 12 metra langur útróðrarbátur, ið er útgjørdur at fiska við nót, og hevur loyvi at fiska eftir fjarðasild og brislingi á føroyskum firðum.

Fríggjadagin eydnaðist teimum at fáa fatur á fyrsta stimanum av brislingi í vetur. Tað var á Funningsfirði. Torvan var ikki stór, men hinvegin var talan um óvanliga stóran og góðan góðan brisling.

Les eisini: Tavan: Virka stóran og góðan brisling av Funningsfirði 

- Vit fingu eini trý tons fríggjadagin og aftur eini tvey tons leygardagin, tá brislingurin stóð meira spjaddur, greiðir Hilmar Johannesen frá.

Katrin roynir ymsa staðni, har tað er egnað at kasta nót.

- Vit royna í Tangafirði og Sundalagnum, og so í øllum firðum eystan fyri tað, Skálafirði, Funningsfirði, Gøtuvík, Borðoyarvík, Hvannasundi. Vit kunnu ikki kasta nót á streymasjógvi, tað ber ikki til, greiðir Hilmar Johannesen frá. Katrin var eisini úti í dag, men Hilmar Johannesen er ikki við í dag, og kundi tí ikki siga, hvussu gingist hevur.

- Í fjør vetur gjørdist tað til umleið 300 tons tilsamans, sum vit avreiddu til Tavuna, so gott sum alt. Árið frammanundan fiskaðu vit tað tvífalda – 420 tons av brislingi og 180 tons av fjarðasild – men tá var fiskurin nakað minni, og ein størri partur fór til Havsbrún, so úrtøkan fyri okkara viðkomandi var nakað tann sama.

Fyri tveimum árum síðan gjørdi Kringvarp Føroya eitt innslag um Katrin, sum royndi eftir Brislingi á Skálafirði. Sí filmin her 

[object Object](Skíggjamynd: KvF)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder