Innanlands

- Hví skal ein danskari avgera um kona mín fær uppihaldsloyvi?

Ein skuffaður føroyingur er á forsíðuni á danska Ekstra blaðnum í morgun

2018-10-08 08:28 Author image
Oda Strøm
placeholder

Tað er ein skuffaður Kári við Rættará, sum er á forsíðuni á danska Ekstra blaðnum í morgun. 

- Eg haldi ikki, at tað er rætt, at lívið og levnaðurin hjá mær og Constance í hjúnarbandsligum samanhangi skal verða avgjørt av einum donskum embætismanni í Keypmannahavn, sum ikki hevur nakað sum helst innlit í føroysk viðurskifti og føroyska mentan, sigur Kári við Rættará við Ekstra blaðið. 

Kári og Constance vórðu gift 15. januar í 2016, og eftirfylgjandi var ætlanin, at Constance skuldi flyta til Føroyar - men so varð ikki. 21. oktober 2016 kom nevniliga eitt bræv í postkassan, sum gav noktandi svar uppá umsóknina hjá Constance um uppihaldsloyvi, og hon fekk 15 dagar til at fara av landinum og flúgva heim aftur til Ghana. 

Les greinina hjá Ekstra blaðnum her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder