Mentan

- Í meira lagi at vinna tveir bilar

Jógvan Martin Hansen gjørdist hepni vinnarin í Gekkinum av tveimum bilum

Kringvarpsstjórin valdi ein gekk úr rúgvuni

Kringvarpsstjórin valdi ein gekk úr rúgvuni

2020-03-27 21:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Jógvan, hygg á skermin. Hatta eru tínir bilar sum standa har.

Soleiðis segði verturin í Gekkinum í kvøld, Petrina Berg, tá lutakastið um teir báðar bilarnar frá Wenzel hevði verið.

Jógvan Martin Hansen úr Hvannasundi var hepni vinnarin av teimum Ford-bilunum, sum fleiri høvdu glett seg til at vunnið. Føroya fólk hevur latið eitt fjall av gekkaseðlum inn, og kringvarpsstjórin, Ivan Niclasen, valdi ein burtur úr rúgvuni.

- Tað er í meira lagi, man koyrir ikki við meira enn einum, segði ein meira ella minni málleysur Jógvan Martin Hansen.

- Takk, túsund takk fyri tað. Dugi ikki at beskriva tað hvussu tað er, segði hepni vinnarin, sum nú fær úr at gera at royna bilarnar báðar.

Gekkurin fór annars ongan veg í kvøld. John Asbjørn Egilsson úr Kvívík kom ígjøgnum við fullari plátu, og var eisini nær við, men endaði við 15.000 skattafríum krónum.

Næsta fríggjakvøld er Gekkurin 2,1 milliónir.

[object Object]Teir báðir nýggju bilarnir hjá hepna vinnaranum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder