Innanlands

- Ikki okkara fatan at samskiftið hevur verið óvirðiligt

Turid Arge, aðalstjóri, veit ikki um, tey hava tosað við sjúkrahússtjóran sum var hann ein smádrongur

Turid Arge, aðalstjóri í Heilsu- og innlendismálaráðnum (Skíggjamynd: KVF)

Turid Arge, aðalstjóri í Heilsu- og innlendismálaráðnum (Skíggjamynd: KVF)

2019-03-15 06:51 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Heilsu- og innlendismálaráðið hevur verið fyri nógvum atfinningum síðani Jóanis Erik Køtlum, segði seg úr starvi sum sjúkrahússtjóri síðsta fríggjadag.

Millum annað hevur verið funnist at, at Heilsu- og innlendismálaráðið stýrir Landssjúkrahúsinum í smálutum, og stjórarnir ikki fáa loyvi at vera stjórar.

Men Turid Arge, aðalstjóri í ráðnum segði við Dag & viku í gjárkvøldið, at tey noyðast at halda seg til játtanina.

- Vit hava nakrar karmar sum løgtingið setur at fyrihalda okkum til, tað skulu vit virða. Og so hava vit kravið frá politisku skipanini um at vita hvat tey fáa fyri pengarnar, sigur aðalstjórin.

Les eisini: Starvsfólkini á LS mótmæla skiftandi leiðslu

Jóanis Erik Køtlum, sum bert var stjóri á Landssjúkrahúsinum í 14 mánaðir, hevur síðani uppsøgnina eisini sagt, at aðalráðið samskifti við hann sum var hann ein smádrongur.

- Tað er ikki mín fatan at tað verður samskift óvirðiliga, men samskifti gongur báðar vegir, bæði upp og niður. Men tað er ikki tann fatan, vit hava, sigur Turid Arge við Dag & viku.

- Tá tað verður sagt soleiðis, mugu vit hyggja eftir hvat vit kunnu gera øðrvísi fyri at partarnir skilja betur hvønn annan, sigur hon.

- Men politikararnir krevja svar hvat pengar verða brúktir til. Og eisini í detaljum, sigur Turid Arge.

Síggj innslagið her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder