Í nýggjastu veljarakanningini, sum spyr.fo hevur gjørt fyri FM1 og Portalin, vóru millum annað spurningar um ríkisfelagskapin.
![]()
Høvuðsspurningurin um støðuna hjá Føroyum í felagskapinum við Danmark og Grønland
Sí eisini: Tveir triðingar ynskja størri sjálvræði
Ikki óvæntað tulkaðu Bárður á Steig Nielsen og Sirið Stenberg úrslitið ógvuliga ymiskt, tá forfólkini vitjaðu Árna Gregersen í FM1-rásarúminum seinnapartin týsdagin.
Formaðurin í Sambandsflokkinum vísti á, at næstan 80 prosent av teimum spurdu, eins og Sambandsflokkurin ynskja ríkisfelagskapin, og at kósin hjá Tjóðveldi er skeiv og møguliga beinleiðis skaðilig fyri Føroyar.
Forkvinnan í Tjóðveldi vísti hinvegin á, at yvir 60 prosent ynskja broyting í Ríkisfelagskapinum, og at hetta er neyðugt fyri at "sleppa úr spennitroyggjuni".
Ein helt, at karmarnir køva møguleikarnar fyri fleiri og betri handilsavtalum - hin helt at tað snúði seg um vilja og innsats úr Føroyum: At ríkisfelagskapurin ikki er nøkur forðing.
Soleiðis hildu tey á, vestmenningurin og vágbingurin. Siðilig, men eisini hvøss í løtum.
- Hatta er beinleiðis skeivt...- Ikki tvætla sovorit. - Neineinei...hoyr her. Hetta vóru nakrir av setningunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald