Í rundum tølum er tað ein triðingur av føroyingum, sum heldur at Føroyar skulu varðveita ríkisrættarligu støðuna, sum hon er í dag, meðan tveir triðingar vilja, at Føroyar antin skulu gerast eitt sjálvstøðugt land ella fáa størri sjálvræði innan ríkisfelagsskapin.
Í veljarakanningini hjá Portalinum og FM1 í síðstu viku, spurdu vit eisini um støðuna hjá veljarunum til okkara støðu í ríkisfelagsskapinum. “Hvørja støðu heldur tú, at Føroyar eiga at hava í ríkisfelagsskapinum?”
20 prosent svara, at “Føroyar skulu gerast eitt sjálvstøðugt land”. 42 prosent vilja hava “størri sjálvræði innan ríkisfelagsskapin”, 34 prosent vilja “varðveita somu støðu sum nú” meðan 5 prosent siga seg ikki hava eina støðu til spurningin/vita ikki.
Um vit síggja burtur frá teimum fimm prosentunum, sum ikki hava eina støðu til spurningin, so eru tað 21 prosent sum vilja vera sjálvstøðugt land, 44 prosent størri sjálvræði og 35 prosent somu støðu sum nú.
Seta vit hesi tølini í mun til hvørja undirtøku flokkarnir fáa í veljarakanningini, so sæst týðuliga, at tað eru nakað fleiri enn tey, ið velja Tjóðveldi (16,7 prosent), sum vilja at Føroyar gerast sjálvstøðugt land, og væl fleiri enn tey, ið velja Sambandsflokkin (21,9 posent), ið vilja varðveita núverandi støðuna.
Hyggja vit eftir hvørja støðu veljararnir hjá teimum ymisku flokkunum hava, so sæst, at tað einans er í Tjóðveldi, at tað er greiður meiriluti fyri at gerast sjálvstøðugt land. Tey eru 72 prosent, meðan 26 prosent av tjóðveldisveljarunum mæla til størri sjálvræði innan ríkisfelagsskapin.
Millum fólkafloksveljararnir eru flest (47 prosent), sum ynska størri sjálvræði innan ríkisfelagsskapin. Men tað er kanska óvæntað, at tað eru heili 37 prosent av fólkafloksveljarunum, sum ynskja at varðveita støðuna sum nú, meðan 16 prosent ynskja at Føroyar gerast sjálvstøðugt land.
Millum javnaðarveljarar eru tølini ávikavist 56, 39 og 5 prosent.
Hjá Sambandsflokkinum eru tað 66 prosent, sum ynskja núverandi støðuna, og 33 prosent, ið ynskja meira sjálvstýri innan fyri ríkisfelagsskapin.
Hjá smáu flokkunum skulu tølini takast við størri fyrivarni, men hjá bæði Framsókn og Miðflokkinum eru tað 61 prosent, ið ynskja størri sjálvstýri innan ríkisfelagsskapin, meðan 32 prosent hjá Framsókn ynskja at gerast sjálvstøðugt land, meðan 30 prosent av miðflokkaveljarunum ynskja at varðveita støðuna sum nú.
61 prosent ynskja broyting nú
Í veljarakanningini spurdu vit eisini um fólk halda, at tíðin er røtt at endurskoða støðu Føroya í ríkisfelagsskapinum.
Tá vit taka tey 16 prosentini, sum søgdu seg ikki vita, burturúr, vóru tað 61 prosent, sum svaraðu ja (halda at tíðin er røtt), meðan 39 prosent svaraðu nei.
Hesin spurningurin var settur fyri at vita, um aktuella støðan í Grønladi kanska hevur lagt ein doyvara á ynskið um at gera broytingar í ríkisfelagsskapinum. Men svarini her týða uppá, at ynskið um at gera nakað við málið nú er stórt, tá 61 prosent svara ja til spurningin: “Heldur tú, at tíðin er røtt at endurskoða støðu Føroya í ríkisfelagsskapinum?”
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald