Uttanlands

- Ilt við at trúgva, at fremmandafólk vildu geva so stórfingna hjálp

Hawa úr Liberia misti alt, tá ið vøruhús hennara fór upp í royk. Føroyingar vóru skjótir at hjálpa henni upp á beinini aftur

Hawa, sum felagsskapurin hjá Hildu Viderø -

Hawa, sum felagsskapurin hjá Hildu Viderø - "Mirjam" - hjálpti

2018-07-13 10:08 Author image
Oda Strøm
placeholder

 

25. juni kom eldur í sjey vøruhús í einum av teimum størstu sølumarknaðunum í høvuðsstaðnum Monrovia í vestafrikanska landinum Liberia.

Hilda Viderø, ið hevur arbeitt í fleiri ár við kvinnum í Afrika, var til staðar í býnum tá, og upplivdi, at nógv fólk komu til hennara og bóðu um hjálp. Hilda Viderø fortelur, at nógvar familjur stóðu eftir við ongum, tí allur peningur teirra fór upp í royk.

- Eg kenni fleiri, sum hava sína dagligu gongd har. Hetta var ein sorgardagur. 
Eg bleiv biðin um at koma at tosa við ein kvinnu, sum veruliga hevur følt sviðan av eldsbrunanum. Eg hevði hug at siga nei, tí eg var troytt og orkaði ikki beint tá at sita andlit til andlits við menniskjur, sum einki eiga, og sum hava mist alt - neyðin er øgilig. Men eg fór alíkavæl, sigur Hilda Viderø

Fríggjadagin áðrenn eldsbrunan mánadagin, hevði kvinnan, Hawa, keypt brúkt klæðir til vøruhúsið fyri allan sín pening, og alt kolaðist upp í eldsbrunanum. 

- Hetta var alt, hon átti, og sum aðrar kvinnur, hevur hon nógvar munnar at metta. Maðurin, sum arbeiddi sum heilsurøktari, doyði av ebola, saman við seks øðrum starvsfólkum á klinikkini. 

Hilda Viderø bað um hjálp frá føroyingum umvegis hjálparfelagsskap hennara Mirjam fyri at hjálpa Hawu, og tað gekk bert eitt døgn, so var allur peningurin har.

- Tað hevur verið so spennandi at fylgt við, hvussu stórur áhugin hevur verið at hjálpa hesu kvinnu, sum er komin í hesa syrgilgu støðu. Eg hevði í mínum stilla sinni gjørt av, at hjálpa henni. Eg møtti henni aftur, og hon fekk peningin - hon visti ikki, hvussu hon skuldi bera seg at og hevði ilt við at trúgva, at hetta var veruleiki. Hon hevur verið sjúk síðani hendingina og hevði ligið í songini - og tá hon fekk hjálpina, varð hon spillfrísk, sigur Hilda Viderø, sum takkar fyri alla hjálpina frá føroyingum. 

- Takk til tykkum øll, sum hava hjálpt, tit skulu vita, at hjálpin er komin á
rætta stað. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder