placeholder
Uttanlands

- Ísland letur ov nógv fyri at sleppa at fiska í føroyskum sjógvi

Íslendska fiskimálaráðið vil broyta rammusáttmálan við Føroyar um fiskivinnusamstarv

2018-11-02 11:29 Author image
Ari av Rana
placeholder

Føroyar fáa nógv meiri enn Ísland í fiskivinnusamstarvinum. Tað heldur íslendska fiskimálaráðið. Jóhann Guðmundsson, skrivstovustjóri í íslendska vinnumálaráðnum, sum umsitur fiskivinnu, heldur, at ójavnvág er í sáttmálanum millum Ísland og Føroyar, og vónar, at Føroyar eru sinnaðir at endurskoða sáttmálan og fáa javnvág í.

Íslendska fiskimálaráðið sigur við fiskifréttir.is, at fiskiveiðusáttmálin landanna millum gevur Føroyum 160 milliónir krónur um árið. Og hóast íslendingar fáa nógv í svartkjaftafiskiskapinum í føroyskum sjógvi, so er hetta ikki nokk.

Føroyar fáa fimm prosent av íslendsku heildarkvotuni fyri lodnu, tó í mesta lagi 25.000 tons, og 5.600 tons av botnfiski í íslendskum sjógvi, skrivar KVF.

Hetta er ov nógv, heldur íslendska fiskimálaráðið, og ynskir tí at broyta rammusáttmálan við Føroyar. Eingin fundur millum londini er avtalaður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder