Jenis av Rana, formaður Miðfloksins, legði í viðmerking síni til løgmansrøðuna eftir samgonguni, serliga Framsókn og Tjóðveldi.
Formaður Miðfloksins segði millum annað, at Høgni Hoydal, formanni í Tjóðveldinum, hevur blakað línuna á sjógv og hevur einki annað gjørt hesi seinastu árini enn at berjast við fiskivinnupolitikkinum.
Jenis av Rana legði eisini eftir Framsókn, sum hann leggur undir at fríggja eftir einræðisharrum. Fyrst skuldi samgongan samstarva við Erdogan, forseta í Turkalandi, og hevur formaðurin í Framsókn nú sett seg í samband við Aleksander Lukashenko, forseta í Hvítarusslandi, menn, sum formaður Miðfloksins kallar einaræðisharrar.
Jenis av Rana heitir á javnaðarfólk um at vakna og krevja at leiðin verður rætta.
- Javnaðarflokkurin má hugsa um at tryggja vælferð borgarans heldur enn at renna aftaná tjóðveldisdreyminum hjá Tjóðveldinum, segði Jenis av Rana at enda.
Viðmerkingin hjá formanni Miðfloksins bendir á, at politikarar eru farnir at gera seg klárar til valstríð og tíðina eftir komandi løgtingsval.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald