Innanlands

- Karmar og ásetingar um stóra almenna bygging mugu endurskoðast

Tað sigur Heðin Mortensen, sum hevur fingið frágreiðing frá Landsverki um Glasir

Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2018-12-13 16:23 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum bað 28. november og 4. desember Landsverk (LV) um eina gjøgnumgongd og svar upp á spurningar í sambandi við byggimálið Glasir. Landsstýrismaðurin hevur nú fingið og lisið tilfarið.

Les alla frágreiðingina frá Landsverki um Glasir her

Tikið verður saman um málsgongdina, og lýstar verða hendingar í 10 ára longu byggitilgongdini og avleiðingar av teimum. Gingið verður ígjøgnum ítøkilig uppgávu- og ábyrgdarøki, t.d fyrireiking, skipan- og prosjektbygnað, ráðgeving- og prosjektering, byggiarbeiðið, fíggjarstýring, prístalsjavning, tíðarstýring, váðastýring, samskifti og kunning og handlings- og spariætlanir.

“LV tykir mær hava gjørt tað, ið tey kundu, fyri at fáa hesa størstu byggiverkætlan í Føroyum á mál. Samstundis má ásannast, at karmar og ásetingar kring slíka stóra almenna bygging mugu endurskoðast, so eingin ivi er um t.d ábyrgdarbýtið”, sigur Heðin Mortensen.

Byggi- og bygningsfyrisiting landsins liggur hjá LV, men eftirmetingin av hesi stóru verkætlan eigur at fáa politisku skipanina at spyrja, um LV altíð skal standa fyri størri almennum byggiverkætlanum. Tilfarið frá LV gevur eitt gott grundarlag fyri at endurskoða og styrkja bygningsfyrisitingina og gera greiðari mannagongdir og ásetingar fyri skipan og fremjan av bygnigsverkætlanum frameftir.

LV ásannar í baksýni, at meiri orka burdi verið sett inn á løgfrøðiligu síðuni, og váðastýringin kundi í støðum verið betri, men er tó av tí fatan, at verkætlanin hevur verið nóg væl stýrd og framd.

Greiður skilnaður eigur at vera millum uppgávur og ábyrgdarbýtið í eini byggitilgongd, men tað er sambært LV ikki greiður skilnaður í ábyrgdarbýtinum, tá ið eitt aðalráð skal góðkenna ella taka avgerð um val av, hvør skal bjóða, ráðgevarum, útboði og neyðugum atlitum í eini byggitilgongd.

Væntast kann, at rættarmál verður ímóti heildarráðgevanum BIG, sum LV heldur ikki hevur hildið allar sáttmálabundnar skyldur viðvíkjandi tíðarætlan og ráðgevaraveitingum.

LV hevur síðani 2008 hildið seg innan fyri karmar og játtanir, sum fíggjar- og verklagslóg ásettu. At enda í verkætlanini sansaði at, og tá steðgaði LV arbeiðunum, so ikki varð goldið fyri útreiðslur, sum játtan ikki var til. LV sendi í oktober eina umbøn um eykajáttan til MMR.

At meirútreiðsla bleiv staðfest so seint, t.e fram til og eftir avhendan, var tí, at feilir og manglar hava verið í prosjektinum hjá BIG. Tá ið byggiarbeiðið skuldi gerast endaliga upp, vísti tað seg, at nøgdir og veitingar í tilboðslistunum ikki samsvaraðu heilt við tað, sum var teknað.

Orsøkin til, at nýtslan er blivin hægri enn játtanin, er m.a, at goldið er fyri øll gjørd arbeiðir. Ein tíðarlinja fyri málsgongd og týðandi hendingar sæst á næstu síðu:

Málsgongd og týðandi hendingar, tíðarlinja

2008: Verklagslóg samtykt, hóast LV gjørdi vart við fleiri ivasom viðurskiftir
2008-10: MMR skuldi góðkenna allar fasur og taka avgerð um allar broytingar
2011: LV mælti til útbjóðgingarháttin høvuðs- heldur enn fakarbeiðstøku, sum bleiv vald
2012: Boðini 156 mió.kr hægri enn heimilaðu 391 mió.kr
2012-13: Sparingar minkaðu 156 mió.kr til 64 mió.kr og nýggj verklagslóg
2013: Í apríl hakin settur í. Umprosjektering vegna sparingar. Jørðarbeiðið sett í gongd
2013: Stórar avbjóðingar av nógvum manglum í umprosjekteringini hjá BIG
2014: Broyting hjá TG-Verk í verkætlanini endar við prosjekteringsfeili í betong- og trappuveggum 2015: TG-Verk boðar frá niðurmanning á plássinum, um LV ikki góðtekur øll teirra krøv
2016: Undirveitari hjá BIG, Lemming og Eriksson, fer á húsagang
2016: Ósemja millum LV og TG-Verk tekur seg upp aftur
2017: Umbøn um heimild til meirútreiðslur á 86,6 mió.kr orsakað av ósemjum og rættarmáli
2018: Skúlin handaður Mentamálaránum og innflyting í Glasir
2018: Meirnýtsla og manglar staðfestir ísv liðugtgerð av byggiarbeiði og veiting av maskinum/innbúgvi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder