Innanlands

- Keðiligt at tann prentaða pressan minkar

Christian Nagata harmast um at Vikublaðið fyribils ikki verður prentað. Tað minkar um virksemið hjá Prentmiðstøðini, men ikki starvsfólkahópin

At Vikublaðið steðgar, minkar um virksemið hjá Prentmiðstøðini, men ikki um starvsfólkahópin (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

At Vikublaðið steðgar, minkar um virksemið hjá Prentmiðstøðini, men ikki um starvsfólkahópin (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2019-01-16 16:50 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í byrjanini av farnu viku komu boðini um at Miðlahúsið fyribils steðgar við at geva út blað sítt Vikublaðið.

Jonhard Hammer, stjóri í Miðlahúsinum segði tá, at orsøkin er, at talið av blaðlýsingum er minkað seinastu árini, og at tað altíð hevur verið serliga fáar lýsingar í januar. Tí varð avgjørt at fyribils steðga við Vikublaðnum.

Men avgerðin ávirkar Prentmiðstøðina, sum er dótturfelag hjá Miðlahúsinum, og har Jonhard Hammer sjálvur er nevndarlimur.

[object Object]Christian Nagata (Savnsmynd: KVF)

Christian Nagata, stjóri í Prentmiðstøðini harmast um, at Vikublaðið ikki verður prentað fyribils.

- Tað er ómetaliga keðiligt, at tað minkar við prentaðu pressuni, og tað harmar meg, tá eitt blað steðgar, sigur Christian Nagata.

Christian Nagata heldur tað verða týdningarmikið við sterkum fjølmiðlum í einum samfelag, og tí er tað harmiligt, at tað minkar av.

Men hann metir ikki, at fyribils steðgurin hjá Vikublaðnum fer at ávirka Prentmiðstøðina tað stóra.

- Ein og hvør kundi er týdningarmikil, stórur og smáur. Hetta minkar um tað vit gera, men ikki soleiðis, at vit mugu minka um starvsfólkahópin, sigur Christian Nagata.

Stjórin á Prentmiðstøðini sigur, at tey altíð gera tillagingar til arbeiðið, og at hetta ikki verður annað enn tað. Størsta broytingin fyri Prentmiðstøðina verður hon, at tey ikki prenta Vikublaðið eina ferð um vikuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder