2022-02-02 13:43
Kravið um munnbind umborð á flogførum kann verða eitt av seinastu koronutiltøkunum, sum verður sett úr gildi, og er tað møguliga nakað, vit skulu venja okkum við í fleiri ár afturat.
Neil Sorohan, fíggjarstjóri hjá flogfelagnum Ryanair sigur, sambært The Times, at flogfelgið í løtuni ikki hevur nakrar ætlanir um at sleppa kravinum.
– Munnbind fara at vera við okkum eina góða løtu afturat. Tað er prísurin, vit gjalda komandi mánaðirnar.
Hann leggur afturat, at munnbind fer at verða eins vanligt fyri ferðafólk og tað er at taka vætu úr hondviðførinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald