Innanlands

- Kringvarp Føroya fortelur ósannindi

Føroya Handverksmeistarafelag finnist at KVF í samband við nýggju politistøðina í Havn

(Mynd: Bygningsstyrelsen)

(Mynd: Bygningsstyrelsen)

2018-10-25 12:42 Author image
Ari av Rana
placeholder

Føroya Handverksmeistarafelag vil ikki hoyra taling um at føroyskar byggifyritøkur skulu verða orsøkin til at nýggja politistøðin í Tórshavn er seinkað og dýrkað. Føroya Handverksmeistarafelag skrivar, at KVF seinastu tíðina hevur borið fram, at orsøkin til at nýggja politistøðin er seinkað og dýrkað er at føroyskar byggifyritøkur ikki vóru áhugaðar í verkætlanini. Hetta er beinleiðis ósatt, skrivar Føroyar Handverksmeistarafelag.

- Føroya Handverksmeistarafelag vil staðiliga vísa á, at føroyskar byggifyritøkur vístu verkætlanini áhuga. Men trupulleikin var, at útboðið ikki bleiv skipað samsvarandi føroyskari lóg, reglum og mannagongdum og harvið dalaði áhugin at søkja um undangóðkenning. Føroya Handverksmeistarafelag gjørdi Bygningsstyrelsen vart við trupulleikan og heittu á hesi um at skipa útboðið eftir føroyskum reglum, men tað ynsktu tey ikki.

Føroya Handverksmeistarafelag skrivar, at Bygningsstyrelsen ásetti, at lisitatiónina at verða í Danmark, og harvið varð tað danska lógarverkið, sum var galdandi fyri útboðið. Hetta viðførdi, at føroyskar fyritøkur mistu áhugan.

Les viðmerkingina hjá Føroya Handverksmeistarafelag til tíðindini um dýrari politistøð her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder