Tórshavnar kommuna tekur korona i álvara. Soleiðis byrjar Annika Olsen eitt lesarabræv, har hon finnist at landsstýrinum fyri at hava tikið eina aðra politiska støðu, enn eina sum koronaráðgevingin hevur mælt til og harvið valt ikki at fylgja sinum egna ráðgevandi toymi.
Hetta kemur í kjalarvørinum av, at Tórshavnar kommunu mánadagin boðaði frá, at mat- og skeinkistøð skulu lata aftur á midnátt á Ólavsøku, men í gjár kunngjørdi at avtala er komin í lag við skeinkistøðini um, at tey kunnu lata klokkan 02.
Les meira: Nýtast kortini ikki at steingja á midnátt
- Vit hava gjørt tað vit kunna, til tess at vit øll kunnu halda eina trygga og virðiliga ólavsøku. At landsstýrið seinni hevur tikið eina aðra støðu - og valt ikki fylgja sinum egna ráðgevandi toymi - er ein heilt nýggj støða, vit ikki vórðu kunnað um fyrrenn í morgun.
Hetta skrivar borgarstjórin í Tórshavnar kommuna í innganginum til lesarabrævinum, ið hevur heitið "Vit vilja halda eina trygga Ólavsøku". Annika Olsen vísur á tey ymisku átøkini, ið kommunan hevur framt fyri at fylgja tilmælunum.
Sí alt lesarabrævið her
Innanlands
- Landsstýrið gongur beint ímóti tilmælunum frá koronaráðgevingini
- Hetta skapar bæði misskiljingar og eina fullkomiliga óneyðuga øsing, sigur borgarstjórin í Tórshavnar kommunu
Annika Olsen vísur á, at Tórshavnar kommunan hevur gjørt sítt, meðan landsstýrið hevur valt eina aðra leið (Mynd: Sverri Egholm)
2020-07-15 07:58
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald