Rigmor Dam, fyrrverandi landsstýriskvinna í Mentamálum, leggur Landsverk undir at hava villleitt seg og fyri at koma við ósannindum.
Tað er byggigølan í Marknagili, sum er orsøkin til at Rigmor Dam í dag legði frá sær. Eftir øllum at døma liggur Landsverk framvegis inni við hópin at ógoldnum rokningum fyri arbeiði á skúladeplinum, og aftur hesaferð er talan um rokningar fyri tíggjutals milliónir krónur, sum Landsverk ikki hevur kunnað Mentamálaráðið um fyrr enn nú í januar, hóast Mentamálaráðið bað um fult yvirlit yvir fíggjarstøðuna seint í heyst, og at partarnir hittust á fundi beint eftir nýggjár.
- Tað ber snøgt sagt ikki til at verja seg ímóti villleiðandi upplýsingum og ósannindum, ella at ein stovnur afturheldur rokningar fyri kreditorum og okkum, sum varða av játtanini – samstundis sum, at sami stovnur hvønn mánað skrivliga hevur váttað, at fíggjarligu viðurskiftini eru í lagi, sigur Rigmor Dam.
Fyrrverandi landsstýriskvinnan staðfestir, at álitið á Landsverk ikki er til staðar, og at ikki bar til at virka undir verandi kørmum, har álit millum partarnar er fremsta fortreytin.
Les eisini: Rigmor Dam lagt frá sær sum landsstýriskvinna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald