Innanlands

- Lars Løkke óttast at føroyingar velja tjóðskaparleiðina

Magni Arge heldur at forsætisráðharrin brýtur við siðvenjurnar í føroyskum politikki við at hava valfund í Føroyum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-05-28 13:36 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

- Hettar luktar av einari uppíblanding í føroyskum politikki. 

Tað sigur Magni Arge, ið vísur á, at tað ikki er hent í nýggjari tíð, um nakrantíð, at ein danskur forsætisráðharri kemur til Føroyar, tá valstríð til fólkatingsvalið er í hæddini. 

- Vanligt hevur verið, at pallurin í føroyum hevur verið latin føroyskum politikkarum, meðan donsku flokkarnir reka valstríð niðri, sigur Magni Arge, sum ongan iva heldur vera um endamálið við ferðini. 

- Hann kemur fyri at fáa eitt sambandsumboð valt fyri føroyingar. Eg havi sjálvur ongantíð víst aftur at samstarva við eina borgarliga stjórn, um eg kann fáa nakað afturfyri á tjóðskaparliga økinum. Men tað hevur hann sjálvandi ongan áhuga í, staðfestir Magni Arge, ið heldur at Lars Løkke Rasmussen óttast føroysku tjóðskaparrørsluna. 

[object Object]
Lars Løkke Rasmussen og Magni Arge í kjaki (Savnsmynd) 

- Margreta valdi frá at koma til Føroyar, tá fólkatingsval var seinast, tí hon ikki vildi ávirka valið. Men tað ger forsætisráðharrin ikki, tí hann óttast at føroyingar taka undir við tjóðskaparleiðini, sigur Magni Arge. Hann vísur á, at tað í veruleikanum ikki er forsætisráðharrin, men floksformaðurin hjá Venstre, ið vitjar. 

- Tað er munur á at vera forsætisráðharri og at vera floksformaður í hesum førinum. Hettar er ikki statsministarin, men super-partí-bossurin, Lars Løkke Rasmussen, sum vitjar Føroyar, greiðir fólkatingslimurin hjá Tjóðveldi. Hann vísur at enda á, at Venstre í Danmark og Sambandsflokkurin hava eitt tætt samstarv, og at tað nú er ein danskur flokkur, sum rekur valstríð fyri føroysku flokkarnir. 

- Ávísir flokkar hava havt siðvenju fyri samstarvi við danskar flokkar, men valstríðið hevur alíkavæl verði ført av føroysku flokkunum. Nú er tað ein danskur flokkur, sum rekur valstríð í Føroyum fyri at fáa sambandsumboð, sigur Magni Arge at enda.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder