
Tað er láturligt, at ríkmaðurin Elon Musk er farin í holt við at stovna ein nýggjan politiskan flokk í USA, heldur amerikanski forsetin, Donald Trump.
– Eg haldi, at tað er láturligt at stovna ein triðja flokk, segði forsetin við journalistar, tá hann var á veg umborð á forsetaflogfarið, Air Force One í gjárkvøldið sambært Ritzau.
– Hann kann hugna sær við tí, men eg haldi, at tað er láturligt.
Tað var leygarkvøldið, at Musk, sum fyrr hevur stuðlað amerikanska forsetanum, boðaði frá á sínum egna sosiala miðli, X, at hann hevði stovnað flokkin America Party.
Les eisini: Elon Musk stovnað nýggjan politiskan flokk
Hann hevði frammaundan hótt við at gera júst hetta, um Trump fekk samtykt stóra lógarpakkan, sum hann nevnir "Big Beautiful Bill", og lógin varð samtykt og undirskrivað í farnu viku.
Les eisini: Trump undirskrivað stóran lógarpakka
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald