placeholder
Uttanlands

- Lívskorini er 15% hægri í USA enn í norðurlondum

Tað verður sagt úr Hvítu Húsunum, meðan ávarað verður móti “norðurlendskari sosialismu”

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

2018-10-29 09:37 Author image
Ari av Rana
placeholder

Hvítu Húsini hava almannakunngjørt nýggju rapportina “The Opportunity Costs of Socialism” ella “alternativi kostnaðurin av sosialismuni”, og í henni verður ávarað ímóti “norðurlendskari sosialismu.

Í rapportini stendur millum annað, at lívskorini í USA er 15% hægri í USA enn í norðurlendsku tjóðunum, og at á summum háttum hava fátøk amerikonsk húsarhald tað betri, enn ein miðal íbúgvi í norðurlondum.

- Hóast at tey viðhvørt verða søgd at verða tey meiri týðandi væleydnaðu dømunum, tá tosað verður um sosialismu, so stuðla royndirnar frá norðurlendsku londunum (Danmark, Noreg, Svøríki, Finnland og Íslandi) niðurstøðuni um, at sosialisma minkar um lívskorini, stendur í rapportini, sum fíggjarligu ráðgevarnir hjá Donald Trump hava gjørt, skrivar DR.

Fleiri amerikanskir politikarar, eitt nú demokraturin Bernie Sanders, sum var í uppskotið til at gerast forsetavalevni hjá demokratunum til seinasta forsetaval, hava seinastu árini róst norðurlendska vælferðarstatinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder