Innanlands

- Meðan eg bíði verði eg yvirfallin uppá grovasta manér

Jógvan í Garði heitir á fólk um at hjálpa sær at finna mannin, sum uttan víðari leyp á hann náttina til leygardagin

Savnsmynd

Savnsmynd

2018-10-14 20:49 Author image
Oda Strøm
placeholder

Jógvan í Garði varð knappliga ógvusliga álopin náttina til leygardagin, meðan hann stóð uttanfyri eitt pitsastað í miðbýnum í Havn og bíðaði eftir nøkrum vinmonnum, og hann heitir nú á fólk um at hjálpa sær at finna ókenda álopsmannin. 

- Meðan eg bíði blívi eg yvirfallin pá grovasta maner. Ein maður kemur rennandi við tí helvetis øði og skumpar meg. Viðkomandi skumpar meg so harðliga, at eg als ikki fekk tikið fyri meg, men í staðin moraði andlitið niður í vegin. Hareftir sparkaði viðkomandi meg í andlitið við almakt, og ein framtonn klovnaði horizontalt, brast út úr tannkjøtinum og karvaði mær varrarnar, sigur ein skakaður Jógvan og fortelur víðari:

- Hóast eg liggi vitleysur velur viðkomandi at sparka meg víðari. Hetta steðgar ikki fyrr enn ein vinmaður varnast, at eg eri um at blíva dripin, spurtar yvir til mín og stillar seg ímillum. Eg ani ikki hvør viðkomandi er, ella hví hann gjørdi hetta.

Jógvan í Garði hevur meldað tilburðin til løgregluna, og løgreglan vil fegin hoyra frá øllum sum hava verið í økinum um tað mundið, tá ið harðskapurin fór fram.

Áheitanin frá Jógvani kann lesast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder