Mentan

– Nær kemur hjálparpakkin til festivalarnar?

Beinta Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi vil hava at vita frá landsstýrismanninum í mentamálum, Jenis av Rana, nær hjálparpakkin kemur til festivalar, sum vórðu avlýstir í summar

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-08-05 17:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað var 8. juli, at løgmaður boðaði frá, at landsstýrið arbeiddi við einum hjálparpakka til festivalar, sum avlýstu teirra tiltøk orsakað av almennu tilmælunum, men síðani hevur ikki verið meira at frætt í málinum, sigur Beinta Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi, sum vil hava at vita frá landsstýrismanninum í mentamálum, Jenis av Rana, nær festivalar kunnu vænta at fáa stuðul.

– Fleiri tónleikafestivalar eru aftur í summar avlýstir, tí støðan við koronu hevur verið óviss, og tí tilmælini frá landsstýrinum hava verið, at bara 500 fólk kundu savnast. Sostatt hava festivalar annað árið á rað mist inntøkur, sigur Beinta Løwe.

Fyrispurningurin hjá Beintu Løwe er soljóðandi:

1. Nær kunnu tónleikafestivalar vænta at fáa hjálparpakka fyri festivalar, sum vórðu avlýstir í summar?

2. Hvat er ætlanin at veita festivalunum endurgjald fyri?

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder