Innanlands

- Neystini fara ongan veg, og tað hevur heldur ongantíð verið ætlanin

Bogi Andreasen, formaður í vinnunevndini í býráðnum í Havn, sigur at neystini í Álakeri vera standandi

2018-12-03 19:06 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Nú býráðið samtykti at byggja smábátahavn í Álakeri og bøta um bátahylin í Kaldbaksbotni, so hildu nøkur, at alt Álakeri skuldi broytast og verandi neyst takast burtur.

- So er als ikki, sigur Bogi Andreasen, formaður í vinnunevndini í Tórshavnar býráði.

[object Object]Bogi Andreasen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Í síðstu viku vóru 3,2 milluónir játtaðar til at fyrireika eina nýggja smábátahavn í Álakeri til 250 bátar, og til at leggja eitt nýtt grótkast í Kaldbaksbotni, so bátaeigarar har fáa betri umstøður at leggja sínar bátar í lívd av illveðri. 

- Neystini fara ongan veg, og tað hevur heldur ongantíð verið ætlanin. Vit hava fingið bátadráttin, fyri mongum árum síðan, og nú taka vit næsta stigið og byggja eina veruliga smábátahavn í Álakeri, sigur Bogi Andreasen.

[object Object]Eftir ætlan fer at síggja soleiðis út í Álakeri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder