Innanlands

- Nýggjar tíðir í føroyskum politikki

Soleiðis sigur Kaj Leo Holm Johannesen um viðgerðina av fíggjarlógaruppskotinum

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2018-10-05 11:35 Author image
Ari av Rana
placeholder

Fyrrverandi løgmaður og núverandi løgtingsmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, heldur, at nýggjar tíðir eru í føroyskari politiskari søgu.

- Vanligt var, at um ikki meiriluti var fyri einari fíggjarlóg so var eingin samgonga, men nú er eingin meiriluti sjálvt ikki í minnilutanum.

Soleiðis skrivar Kaj Leo Holm Johannesen á Facebook um viðgerðina av fíggjarlógaruppskotinum hjá samgonguni.

Kaj Leo Holm Johannesen skrivar, at hetta er ikki gott fyri stabilitetin í samfelagnum, og at yvirleggjarin lækkar, tá fólk í samgonguflokkunum gera akkurát sum teimum lystir.

Kaj Leo Holm Johannesen finnist eisini at samgongudisiplinini, sum hann metir aldrin hava verið so úti av lagi fyrr.

Og at enda letur hann eisini eitt skot av eftir fjølmiðlunum, sum hann metir ikki hevur serliga stóran áhuga fyri hesum.

Í dag eru fylgilógir til fíggjarlógina til viðgerðar í tinginum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder