Eitt lán upp á eina knappa hálva milliard krónur, sum Landsbankin tók í fjør, gjørdist høvuðsevni, tá góðkenning av grannskoðaða landsroknskapin fyri 2017 var til viðgerðar á tingi í dag.
Serliga Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins, koyrdi hart upp á landsstýrið, nú roknskapurin vísir seg, at norska lánið kostaði landskassanum 22 milliónir krónur yvir eitt gott hálvt ár í 2017.
Jørgen Niclasen undrast stórliga á, at hóast rentustøðið lá umleið eitt hálvt prosent, so valdi Landskassin at taka eitt 15 ára langt lán fyri eina rentu upp 1,81, tað tvífaldaða av galdandi rentustøði. Hægra rentan verður grundgivin við, at hon er føst yvir eitt longri tíðarskeið.
Somikið meira undarligt er tað, at lánið so verður tikið í norskum krónum, helt Jørgen Niclasen.
- Norska krónan er eitt tað mest óstøðuga gjaldoyrað, og kann svinga rættiliga nógv. Tað vil siga, at vit ána ikki hvat vit skulu gjalda, tá rentan fellur til gjaldingar, tí rentan er tengd at kursinum á norsku krónuni. Hvat er so vunnið, tá alt bendir á, at norska krónan fer upp tí kursurin er óvanliga lágur í løtuni, spurdi Jørgen Niclasen.
Eisini partamaður hansara, Joen Magnus Rasmussen, undraðist yvir, at Landskassin hevur tikið lán í norskum krónum. Hann brúkti dømi frá egnum royndum við norsku krónuni sum fiskaseljari.
- Kursurin á norsku krónuni hevur, tað eg kann minnast, svingað úr 70 upp í 103. Tað vil siga, at hesar 550 milliónir norsku krónurnar kunnu liggja eitt stað millum 385 og 566 danskar krónur. Tað er ein øgiligur munur, helt Joen Magnus Rasmussen.
- Betri við fastari rentu
Landsstýriskvinnan við fíggjarmálum luttók ikki í viðgerðini í dag orsaka av uttanlandsferð, so tað var Aksel V. Johannessen, sum mátti á pallin at verja avgerðirnar hjá Landsbankanum.
- Eg veit ikki júst hví lánið er tikið í norskum krónum. Tað má landsstýriskvinnan svarað uppá, tá hon verður aftur. Men eg haldi, at tað er rætt at taka lánið í fastari rentu yvir eitt longri tíðarskeið. Tað kann væl vera, at vit í fjør, í ár og kanska eisini næsta ár koma at gjalda nakað meira í rentu, men eg eri sannførdur um, at rentustøðið er á veg uppaftur, og at tá 15 ár eru farin, fer tað at vísa seg, at tað var rætt at hava fasta rentu á hesum láninum, segði Aksel V. Johannessen.
Ruth Vang úr Framsókn, forkvinna í fíggjarnevndini, lovaði at júst hesin parturin skuldi kannast nærri, tá málið fer til nevndarviðgerð.
- Hetta sær løgið út, og tað mugu vit fáa eina forkláring uppá, segði Ruth Vang.
Í álitinum frá løgtingsgrannskoðarunum verður spurningurin um óvissu norsku krónuna annars ikki viðgjørdur.
Løgtingsgrannskoðararnir staðfesta bara, at kostnaðurin fyri tær 550 milliónir norsku krónurnar í 2017 svarar til næstan 10 prosent av samlaða láninum, og tað kalla teir fyri ein ørkymlandi høgan kostnað.
Sambært Landsgrannskoðanini er umrødda lánið síðan umlagt til danskar krónur.
Norska krónan kann vera rættiliga svingandi (Mynd: nationalbanken.dk)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald