Mentan

- Okkara ungu ongantíð verið fittari, hampiligari og hjartaligari enn í dag

Signar í Homrum heitir á fólk um at sláa kalt vatn í blóðið, nú kjak hevur tikið seg upp um drekkivanarnar hjá ungum fólki

Signar í Homrum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Signar í Homrum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-07-02 06:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað var um vikuskiftið, at løgreglan gjørdi vart við, at tey ongantíð høvdu havt so nógv at gera sum á Voxbotn. Serliga vóru tað tey ungu millum 14 og 18 ár, sum skuldu hjálpast, tí tey vóru full millum annað.

Hetta hevur fingið nógv til tastirnar seinastu dagarnar. Millum annað heitir Signar í Homrum, tónleikari, á fólk um at sláa kalt vatn í blóðið.

- Eg kann erliga siga, at okkara ungu hava ongantíð verið fittari, hampiligari og hjartaligari enn í dag, skrivar Signar í Homrum á Facebook.

Hann hevur verið virkin í náttarlívinum í fleiri enn 30 ár.

- Dagarnir, tá man vassaði í seyðaskøltum, avdotnum tilkomnum monnum mitt um dagin og ikki fingu gingið fyri brotnum glasi eru tíbetur farnir, sigur hann.

- At tað so inn í millum gongur galið, at nøkur ung í ov stórum tali, fáa ov nógv at drekka er harmiligt. Men tað er also ikki umboðandi og ikki ein umbering fyri at seta lógir og reglur í verk, sum eru burtur úr vón og viti.

- Okkara ungu er perlur, og eiga at vísast tað álit, tey hava uppiborið. Tey skulu nokk liva upp til tað, heldur Signar í Homrum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder