Etiska ráðið heitir á almennar myndugleikar um at tryggja, at øll fólk hava atgongd til talgildar pallar hjá tí almenna og hjá størri privatum fyritøkum, so sum bankum og tryggingum.
– Alt eftir hvørjum metingum ein hyggur at, so eru tað millum 14 og 22 prosent av av íbúgvunum í vesturheiminum, sum hava avbjóðingar við at lesa (Evropa kommissiónin). Tó eru tað í summum evropeiskum londum munandi fleiri, ið hava avbjóðingar við at lesa, og skal ein døma út frá PISA-úrslitunum, so liggja Føroyar helst nærri teimum londunum, har fleiri hava avbjóðingar við at lesa (Barna og útbúgvingarmálaráðið). Lesivanakanning 2017/18 staðfesti eisini, at føroysk børn lesa minni enn aðrastaðni (Rasmussen et al, s. 100), og hetta bendir eisini á, at støðan er verri í Føroyum.
– Fólk kunnu hava avbjóðingar við at lesa eitt nú, tí tey eru orðblind, hava ADHD, eru sjónveik ella blind, hava summi sløg av menningartarni, ella tí at skúlagongdin ikki hevur verið nøktandi. Óansæð, hvør orsøkin er, so eigur tað almenna at tryggja, at øll fólk kunnu luttaka á jøvnum føti hvør við øðrum, skrivar Etiska Ráðið.
Sambært Etiska Ráðnum kann hetta tryggjast við at hava skipanir á øllum talgildum pallum, sum lesa upp fyri fólki, og við at tryggja at talgildu pallarnir liva upp til nýggjastu WCAG krøvini, og lesiforrit harvið kunnu nýta pallarnar. Hetta eigur at tryggjast við lóg, heldur Etiska Ráðið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald