3. januar boðaði løgmaður frá, at Kristin Michelsen ikki longur er partur av tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum.
Sama dag sum Kristin Michelsen fekk hesi boð, sendi hann teldupost til løgmann og Helenu Dam á Neystabø, tingbólkaforkvinnu, tí hann m.a. undraðist á, at hann ikki hevði fingið avgerðina hjá tingbólkinum. Kristin Michelsen metti seg eisini vera partur av tingbólkinum og vildi hava at vita, nær og hvar tingbólkurin hevði tikið avgerðina, tí sjálvur hevði hann eingi fundarboð fingið.
Sama dag var løgmaður í sjónvarpinum, har hann tosaði við Boga Godtfred um málið, og Kristin Michelsen vil vera við, at løgmaður segði beinleiðis ósatt.
Í morgin er ein vika síðani, at Kristin Michelsen sendi løgmanni teldupostin, og enn hevur hann einki svar fingið.
Í skrivi sum er sent miðlunum, kemur Kristin Michelsen við nøkrum viðmerkingum til løgmann í samband við hansara útsagnum í sjónvarpinum 3. januar 2019.
Løgmaður segði, at ein samd starvsnevnd hevði avgjørt, at Kristin Michelsen slapp ikki at stilla upp til komandi løgtingsval. Kristin Michelsen ringdi til Jens Petur Brattalíð, umboð fyri Suðuroyar Syðra Javnaðarfelag og spurdi, um hann hevði verið á fundi hjá starvsnevndini og samtykt, at Kristin Michelsen ikki slapp at stilla upp til komandi løgtingsval. Jens Petur Brattalíð svaraði, at hann hevði eingi fundarboð fingið og hevði ikki verið á nøkrum fundi.
Kristin Michelsen spurdi Helenu Dam á Neystabø nær starvsnevndin hevði haft fund um at Kristin Michelsen ikki slapp at stilla upp til komandi løgtingsval, Helena visti ikki nær starvsnevndin hevði haft fund, kanska áðrenn jól.
Eisini hevði Kristin Michelsen tosað við fleiri úr tingbólkinum 4. januar, m.a. Henrik Old. Henrik Old segði seg ikki at hava verið á nøkrum tingbólkafundi, men segði at løgmaður hevði ringt til hann. Henrik Old visti heldur einki um, at Kristin Michelsen eingi fundarboð hevði fingið. Í fundarfrásøgnini stóð heldur einki um, at atkvøtt varð um, at Kristin Michelsen skuldi úr tingbólkinum.
Heldur ikki Kristianna Winther Poulsen og Djóni Joensen vistu nakað um, at hann ikki hevði fingið fundarboð.
Helena Dam á Neystabø, tingbólkaforkvinna segði, at tað nokk var ein fótfeilur, at Kristin Michelsen eingi fundarboð fekk, og at eingin atkvøðugreiðsla hevði verið um, hvørt hann skuldi úr tingbólkinum.
"Hetta staðfestir øll hava fingið munnkurv frá løgmanni," sigur Kristin Michelsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald