
- Føroya Politi fylgir neyvt við í hendingunum viðvíkjandi dronum. Skuldi ólógligt dronuvirksemið komið fyri í Føroyum, er politiið til reiðar at gera neyðugu átøkini hesum viðvíkjandi.
Soleiðis skrivar Føroya Politi í stuttari fráboðan í dag.
Hon kemur í kjalarvørinum av, at tað hesa vikuna hava verið tvær álvarsamanar hendingar í Danmark, har fyrst Kastrup og síðani Aalborg Lufthavn vóru stongdar í fleiri tímar.
Sí eisini: - Hetta er eitt álop á Danmark
Ein drona fleyg eisini ólóliga yvir herskipi í Havn í gjár, men løgreglan staðfestir, at í Føroyum eru í løtuni ongar ábendingar um tílíkt dronuvirksemi, sum seinastu dagarnar hevur verið at sæð á donskum flogvøllum.
Hetta skrivar løgreglan í dag.
Aksel V. Johannesen staðfestir fyri VP, at landsstýrið fer at hava fund um støðuna. Tosast skal um, hvat hevði hent, um ein slík støða tók seg upp í Føroyum.
- Og tá ið landsstýrið hevur havt fund um hesar spurningar, so fara vit at seta okkum í samband við danskar myndugleikar, sum umsita hetta økið, sigur løgmaður í stuttari viðmerking við Vápaportalin.
Dagført: 16.28
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald