Innanlands

Drona fleyg ólógliga yvir herskipi í Havn

Flúgving yvir hernaðarligum installasjónum er ólóglig – løgreglan leitar eftir dronuføraranum

(Skíggjamynd: KvF)

(Skíggjamynd: KvF)

2025-09-25 07:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eisini í Føroyum hevur løgreglan leitað eftir dronum hesa vikuna. Men ongar ábendingar eru um, at samband er millum hesa dronuna og tær, ið eru sæddar í Danmark hesa vikuna.

Tað var mánakvøldið, sama kvøld sum alt rokið stóðst av nøkrum dronum yvir flogvøllin í Kastrup, at løgreglan fekk eina fráboðan.

Fráboðanin kom frá fronsku fregattini, sum lá við Molan í Havn. Talan var um eina lítla dronu, sum í umleið 20 minuttir frá kl. 19.20 hevði sveimað yvir fregattini.

Lóggávan sigur, at tað er bannað at flúgva við dronum yvir ‘hernaðarinstallasjónum’, og ein fronsk fregatt er roknað fyri at vera ein slík installasjón.

Franska fregattin hevur útgerð til at tileinkisgera slíkar dronur, men tey valdu ikki at brúka hesa sokallaðu jamming-útgerðina, sum órótgar elektronikkin, tí skipið lá so nær býnum, og ein slík atsókn hevði kunna gjørt skaða á aðra útgerð í Havn.

Fraklendingarnir umborð á fregattini søgdu seg eisini hava lokaliserað persónin, sum førdi dronuna, tí teir høvdu sæð eitt fólk í myrkum klæðum standa undir Landssjúkrahúsinum.

Løgreglan kannaði málið, men kom ikki fram á persónin. Men løgreglan vil fegin koma í samband við viðkomandi, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

Hesin tilburðurin verður ikki roknaður sum eitt álvarsligt njósnaramál, men løgreglan leggur dent á, at flúgving yvir herskipum ikki er loyvt, og tað vilja tey fegin tosað við viðkomandi dronuførara um. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder