Ongar serstakar mannagongdirnar eru galdandi fyri staðseting av fremmandum trúarsúmbolum í Føroyum, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og mentamálum í svari til fyrispurning hjá Jenisi av Rana, tingmaður úr Miðflokkinum.
Jenis av Rana vildi hava at vita hvørjir møguleikar fyri at avmarka ella forða fyri staðseting av fremmandum trúarsúmbolum eru í Føroyum, og um ætlanir eru um at seta forðingar í verk.
Hetta var í sambandi við umstríddu ætlanunum um at seta á stovn ein muslimskan depil í Føroyum.
Les eisini: Jenis spyr løgmann um fremmand trúarsúmbol
– Staðseting av átrúnaðarligum hølum í Føroyum er ikki løgskipað serstakt í lóggávuni. Slík høli eru fevnd av vanligu reglunum um at byggja og nýta bygningar, herundir byggiloyvi og býarskipanarreglur, sum kommunurnar umsita. Heldur ikki krevst serligt loyvi frá landsstýrinum til at nýta høli til átrúnaðarlig endamál, sigur landsstýriskvinnan.
– Í mun til trúarsamfeløg er at siga, at onnur trúarsamfeløg enn fólkakirkjan bert eru løgskipað í avmarkaðan mun. Góðkenning frá landsstýrisfólkinum er kravd, um eitt trúarsamfelag ynskir rætt til kirkjuliga vígslu.
Hon vísir eisini á, at rætturin at útinna átrúnað eitt nú er vardur sambært Evropiska Mannarættindasáttmálanum, sum bleiv innlimaður í føroyska lóggávu í ár 2000 og er á hægri rættarstigi enn vanlig lóggáva.
– Átrúnaðarfrælsið, savningarfrælsið og forboðið móti mismuni eru grundleggjandi mannarættindi, sum eisini fevna um møguleikan at hava høli, ið eru neyðug fyri at inna átrúnað.
– Avmarkingar ella forðingar í vard mannarættindi ber bert til at seta við greiðari lógarheimild, og tær mugu verða grundaðar á atlit at tungtvigandi og samfelagsliga viðurkendum endamálum, so sum almennu trygdina, friðin, heilsuna ella virðingina fyri rættindunum hjá øðrum. Inntriv skulu harumframt vera neyðug og proportional í mun til endamálið.
– Serliga tungtvigandi grundir skulu til, um beinleiðis inntriv skulu verða vend móti einum ávísum trúarsamfelagi ella átrúnaði. Í rættarvenju hjá Mannarættindadómstólinum í Strasbourg eru fleiri dømi um, at slík inntriv eru góðtikin, táið eitt nú almenn trygdar-og skipanaratlit ganga framum átrúnaðarlig atlit hjá borgarunum, t.d. í ferðslu-, byggi-og býarskipanarmálum. Hesi koma undir undantaksregluna til vardu politisku og borgarligu mannarættindi, sigur Sirið Stenberg.
Landsstýriskvinnan sigur harumframt, at ætlanir eru ikki um at seta avmarkingar ella forðingar í verk "ið hava til endamáls at avmarka vard mannarættindi hjá borgarum landsins".
Slík tiltøk høvdu neyvan heldur verið í samsvari við tær altjóða skyldur, sum Føroyar hava bundið seg til, sigur hon men leggur afturat, at lóggáva um trúarsamfeløg er í øðrum londum, og vert er at viðgera, um tørvur er á slíkari lóggávu í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald