Innanlands

- Ongin tykist at hava ábyrgdina av Glasi

Sambært Jacob Vestergaard hevur Landsverk ikki havt førleika at stýra verkætlanini

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2018-12-05 14:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Gongdin við byggingini hevur víst, at Landsverk ikki hevur havt førleika at stýra verkætlanini. Bæði tíðarætlanir og kostnaðarmetingar hava verið broyttar ferð eftir ferð. Tað er ongin trygd fyri at tað, sum nú er upplýst í uppskotinum, er tað, sum skal til, fyri at fáa gjørt skúlan lidnan og tryggan.

Tað skrivar Jacob Vestergaard, tingmaður fyri Fólkaflokkin, í minnilutaáltinum í málinum um eykajáttan til Glasir, har Rigmor Dam, landsstýriskvinna, hevur biðið løgtingið um 28,4 milliónir.

Les eisini: Eykajáttan til Glasir: Fíggjarnevndin vil hava ábyrgd staðfesta

- Ongin tykist at hava ábyrgdina av Glasi. Landsstýrismaðurin í mentamálum, sum biður um at fáa pengarnar játtaðar til liðugtgerðina, sigur seg ikki hava ábyrgd av, hvussu játtanin verður brúkt. Tað í sjálvum sær átti at fingið allar ávaringarklokkur at ringja.

[object Object]Jacob Vestergaard, tingmaður fyri Fólkaflokkin (Mynd: Jens Kr. Vang)

- Tá landsstýrismaðurin soleiðis frásigur sær alla ábyrgd av einari játtan, sum nú nærkast 700 milliónum krónum, og tá løgmaður ikki letur við seg koma, átti Løgtingið at syrgt fyri, at ábyrgd bleiv staðfest, heldur Jacob Vestergaard í minniluta álitinum.

Hann sigur, at fleiri veitarar sum hava gjørt ymiskt arbeiði á Glasi og ikki fingið pening fyri hetta. Nakrir teirra, serliga tær smærru fyritøkurnar, eru komnar illa fyri av hesum.

- Slíkt kann ikki góðtakast, og má rættast beinanvegin, sigur Jacob Vestergaard.

2. viðgerð av málinum byrjaði klokkan 13. Verður uppskotið samtykt við 2. viðgerð, verður ein triði tingfundur eisini í dag.

Fylg við her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder