- Tað er bara ein spurningur um tíð, áðrenn ein vanlukka hendir í einum av tunlunum norð um fjall.
Tað staðfestir Atli S. Justinussen, sum býr í Árnafirði og er valdur í Klaksvíkar býráð fyri Fólkaflokkin. Hósdagin í síðstu viku var hann á veg til Klaksvíkar, har hann hevði ørindi. Men í Árnafjaratunlinum, sum er ein av tunlunum norð um fjall, var proppur komin í, tí ein av bilunum, sum skuldi halda av á steðgiplássi, var farin niður í eina veit.
- Hetta er ein stórur trupulleiki. Tað hendir eini 3-4 ferðir um vikuna, at okkurt er í tunlunum, sum steðgar ferðsluni, greiðir Atli S. Justinussen frá. Í hesum førinum bar til hjá onkrum bilum at koyra spakuliga framvig.
- Onkur fór út beinavegin at steðga fleiri bilum frá at koma inn í tunnilin. Men tað var í ringastu meldurstíð, so proppur kom í tunnilin, greiðir árnfirðingurin frá. Hann leggur afturat, at tað bara gersts verri, nú nógvir turistar koyra ígjøgnum tunnilin.
- Teir eru prísgivnir, tí tunnilin er myrkur og smælur, sigur Atli. S Justinussen.
4. mai skrivaðu vit á Portalinum um, at grót var dottið úr loftinum í einum av tunlunum norð um fjall. Vit tosaðu við Poul Jóhannes á Húsamørk, sum var komin fram á grótið.
- Fólk tíma illa at koyra til bygdina, tí tey eru bangin fyri at koyra ígjøgnum tunnilin, segði Poul Jóhannes tá.
Les eisini: Grót úr loftinum steðgar ferðsluni
Og Atli Justinussen er eisini um at missa tolið. Hóast talan í hesum førinum einans var um ferðslupropp, er hann eisini samdur í, at støðan er hættislig við leysum gróti í loftinum.
- Fólk, sum ruddaðu grót úr loftinum í 90'árunum siga, at ongin hevði koyrt ígjøgnum tunlarnar, um tey vistu hvussu hættislig støðan er. Tað er bara ein spurningur um tíð, áðrenn ein vannlukka hendir, sigur Atli S. Justinussen avgjørdur.
Líkamikið hvør flokkur hevur valdið:
Í lesarabrævi í gjár, 13. mai, skrivaði Jákup Mikkelsen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, at tað hendan dagin vóru 10 ár síðani, at løgtingið einmælt samtykti at byggja nýggjar tunlar norður um fjall.
Í tingskipanini sæst, at talan var um uppskot frá Anniku Olsen, sum tá var innlendismálaráðharri. Men tað var ikki eitt samt løgtings, sum tók undir við uppskotinum. Átta atkvøddu ímóti uppskotinum, meðan 25. atkvøddu fyri.
Ongin nýggjur tunnil er komin, hóast 10 ár eru farin. Og Atli S. Justinussen hevur ringar vónir um, at nakað nýtt hendir eftir løgtingsvalið.
- Vit hava vánaligar vónir, og tað er líka mikið hvør flokkur kemur til valdið. Allir flokkarnir hava havt valdið seinastu árini, og um nakar vilji var at betra um støðuna, var tað langt síðani hent, sigur Atli S. Justinussen, sum sjálvur er valdur í býráðið fyri Fólkaflokkin. Hann heldur, at Landsverk ger tað, sum tey kunnu, men at politiska skipanin er soleiðis, at ein vanlukka skal koma fyri, áðrenn nakað hendir.
- Tað tykist sum onki verður gjørt, fyrr enn fólk eru deyð, staðfestir Atli S. Justinussen at enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald