Innanlands

- Ósketni var orsøk til eldsbrunan

Eldur var komin í eina grýtu, sum varð gloymd - og ábyrgdarhavarin fær bót fyri ósketni, sigur vakthavandi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2018-09-25 20:07 Author image
Oda Strøm
placeholder

Tað var eitt vælmannað lið av sløkkiliðsfólkum, ið kom at sløkkja eldin í einum sethúsum í Klaksvík, sum var fráboðaður um hálvgum seks tíðina í kvøld.

Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at ósketni var orsøk til eldsbrunan. 

- Klokkan 18:20 boðaði sløkkiliðið frá, at eldurin var sløktur. Tað var ein grýta, sum eldur var komin í, tí hon varð gloymd. Og sum lógin fyriskrivar, so verður tann, sum hevði ábyrgd av grýtuni, skuldsettur og fær bót fyri ósketni.

Tvey fólk vóru inni í húsunum, tá ið eldurin kyknaði. Tey fóru til kanningar á Klaksvíkar sjúkrahúsi, men tóktust annars ikki at vera komin til skaða, sigur vakthavandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder