Innanlands

- Privat skulu hava somu treytir at byggja sum tað almenna

Jørgen Niclasen heldur at privat skulu hava somu treytir at byggja bústaðir, sum almenna felagið Bústaðir fær

Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2018-10-25 11:24 Author image
Ari av Rana
placeholder

Eitt av málunum á dagsskránni hjá Løgtinginum í dag, er uppskot hjá Jørgen Niclasen, formanni í Fólkaflokkinum, um at geva privatum somu treytir at byggja bústað sum tað almenna fær.

Jørgen Niclasen skrivar, at almenna felagið Bústaðir hevur munandi betri kappingartreytir enn tað privata, og at hetta er ein forðing fyri at verulig ferð kemur á bygging av leigubústøðum.

Jørgen Niclasen vísir á at Bústaðir fær ókeypis grundøki frá kommunum, meðan privat mugu rinda fyri grundøki. Í Tórshavn er talan um milliónir fyri grundøki.

- Bústaðir hevur almennar pengar og hevur við í síni útrokning av leigu, at 70% av byggikostnaðinum skulu forrentast yvir 30 ár. Tað merkir, at 30% av kostnaðinum ikki skulu forrentast í 30 ár, skrivar Jørgen Niclasen.

Jørgen Niclasen skrivar, at uppskotið leggur upp til, at landsstýrið tekur støðu til, hvussu bústaðarbygging skal vera í framtíðini og gevur øllum somu karmar.

Jørgen Niclasen skrivar eisini, at uppskotið varð lagt fram í vár, men at samgongan valdi at súlta málið í nevnd, og at uppskotið tí ikki slapp til atkvøðugreiðslu í løgtinginum. Tí verður uppskotið nú lagt fram aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder