Innanlands

– Púra natúrligt at revsiváttan verður ein partur av viðgerðini

Føroya Arbeiðsgevarafelag sigur seg taka undir við, at revsiváttanir hjá útlendskum starvsfólkum skulu leggjast við umsóknum um arbeiðs- og uppihaldsloyvi, men tað at nógv útlendsk starvsfólk, sum koma til Føroya, eru kriminell, er ein skeiv niðurstøða, sigur felagið

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2024-08-19 14:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur undir við, at revsiváttanir hjá útlendskum starvsfólkum skulu leggjast við umsóknum um arbeiðs- og uppihaldsloyvi.

Tað sigur felagið í skrivi á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum.

– Fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur tað stóran týdning, at vit so vítt møguligt tryggja, at tey fólkini, sum koma henda vegin at arbeiða, eru ordilig fólk, sum ikki eru til vanda fyri onnur fólk.

– At revsiváttanin verður ein partur av viðgerðini, tá umsóknir um arbeiðs- og uppihaldsloyvi verða viðgjørdar, heldur felagið verða púra náttúrligt, og luttekur felagið fegið í fyrireikandi arbeiðinum at fáa hetta sett í verk.

Mugu ikki oysa olju á bálið
Seinastu vikurnar hava søgur verið um, at útlendingar, sum eru komnir til Føroya at arbeiða eru ákærdir ella dømdir fyri kriminalitet. M.a. kundi Frihedsbrevet avdúka, at ein maður, sum er skuldsettur fyri eitt álop á Argjum er dømdur fyri morð í Póllandi.

Men tað er ikki rætt, at nógv útlendsk starvsfólk, sum koma til Føroya, eru kriminell, ella at tey dømini, sum hava verið, eru tengd at fast-track skipanini, vísir Føroya Arbeiðsgevarafelag á.

– Útlendsku starvsfólkini eru sum heild hampulig, hugagóð og arbeiðssom. Vit mugu ansa eftir ikki at oysa olju á bálið um, at nógv útlendsk starvsfólk, sum eru í Føroyum, eru lógarbrótarar, sigur Arbeiðsgevarafelagið.

– Tey dømini, sum hava verið frammi um útlendingar, sum hava framt kriminalitet, eru ikki tengd at sokallaðu fast-track skipanini fyri triðjalandsborgarar. Dømini snúgva seg um ES-borgarar, sum als ikki brúka fast-track skipanina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder