Uttanlands

- Putin ynskir ikki fulla og varandi vápnahvíld

- Harvið burdi heimurin staðið ímóti hansara royndum at leingja um kríggið, og Ukraina skal vera við í øllum samráðingum. Tó stuðlar Volodymyr Zelenskyj uppskotinum um 30-daga vápnahvíld

Savnsmynd: EPA

Savnsmynd: EPA

2025-03-19 07:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðani telefonsamtaluna millum Donald Trump og Vladimir Putin í gjár er eitt sindur komið fram um innihaldið.

Millum annað er russiski forsetin gingin við til at støðga álop á orkukervi í Ukraina í 30 dagar, og fleiri samráðingar skulu vera í Miðeystri.

Sí eisini: Fyrstu fetini móti friði í Ukraina tikin

Volodymyr Zelenskyj staðfesti aftur í gjárkvøldið, at Ukraina stuðlar uppskotinum um vápnahvíld í ein mánaða.

Tó vísir ukrainski forsetin, í uppslagi á sosiala miðlinum, á, at Vladimir Putin hevur víst aftur øllum uppskotum um fulla vápnahvíld, og at russiski forsetin ikki tykist hava áhuga í hesum. Hetta millum annað við at Russland so seint sum í gjár sendi 40 krígsdronur yvir Ukraina og rakti sivilt undirstøðukervi.

- Putin ynskir ikki fulla og varandi vápnahvíld. Harvið burdi heimurin staðið ímóti hansara royndum at leingja um kríggið.

Í videorøðu týskvøldið staðfesti Zelenskyj, at allar friðarsamráðingar skulu vera við Ukraina við borðið. Eitt av næstu punktunum hjá USA er at samskifta nærri við Ukraina aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder