Uttanlands

- Fyrstu fetini móti friði í Ukraina tikin

Vladimir Putin er, eftir eitt prát við Donald Trump, gingin við til at støðga álop á orkukervi. Nýggjar samráðingar við Ukraina skulu takast uppaftur skjótt, staðfesta talsfólk fyri Hvítu Húsini

Frammanundan var greitt, at Ukraina hevur játtað at gera avtalu um vápnahvíld í 30 dagar, og fara undir samráðingar um at fáa ein enda á krígnum (Mynd: EPA)

Frammanundan var greitt, at Ukraina hevur játtað at gera avtalu um vápnahvíld í 30 dagar, og fara undir samráðingar um at fáa ein enda á krígnum (Mynd: EPA)

2025-03-18 19:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinnapartin fór ein nógv umrødd telefonsamrøða fram millum Donald Trump og Vladimir Putin. 

Amerikanski forsetin hevði eina vón um, at samrøðan fór at leiða til eina vápnahvíld, ella at tað fór at vera eitt stórt fet móti tí.

Higartil bendir okkurt á, at veruligt úrslit kom burturúr. Bæði Kreml og Hvítu Húsuni hava milum annað váttað, at Vladimir Putin eru til reiðar at støðga øllum álopum á orkukervi í Ukraina - sambært russiska forsetanum hevur hann longu givið boð at steðga slíkum álopum.

Hvítu Húsuni boða eisini frá, at nýggjar samráðingar skulu byrja við Ukraina skjótt meðan Kreml krevur, at allur hernaðarligur stuðul til Ukraina skal steðagst.

Frammanundan var greitt, at Ukraina hevur játtað at gera avtalu um vápnahvíld í 30 dagar, og fara undir samráðingar um at fáa ein enda á krígnum.

Sí eisini: Telefonfundur millum klokkan 13 og 15

- Fyrstu fetini móti friði í Ukraina eru tikin, skriva Hvítu Húsuni í fráboðan. Tað skal einaferð endaði við varandi friði.

Nýggjar samráðingar skulu vera í Miðeystri. Tað er tó ikki greitt enn, nær hetta skal vera ella nær partvísa vápnahvíldin skal vera.

Tv2.dk er millum útlendsku miðlarnir, sum fylgir málinum tætt.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder