Uttanlands

– Rættarmál móti Netanyahu órógvar samráðingar um vápnahvíld

Tað heldur amerikanski forsetin, sum sigur, at ákærurnar móti ísraelska forsætisráðharranum eru politiskt motiveraðar

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu og amerikanski forsetin, Donald Trump avmyndaðir undir vitjan hjá Netanyahu í Hvítu Húsunum í apríl (Mynd: EPA)

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu og amerikanski forsetin, Donald Trump avmyndaðir undir vitjan hjá Netanyahu í Hvítu Húsunum í apríl (Mynd: EPA)

2025-06-29 12:56 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Síðan mai 2020 hevur ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu verið skuldsettur fyri mutur, men amerikanski forsetin, Donald Trump heldur, at rættarmálið átti at verið droppað.

Málið móti Netanyahu er politiskt motiverað, og tað órógvar samráðingarnar við Hamas og Iran um vápnahvíld, sigur Trump sambært Ritzau.

Netanyahu er skuldsettur í trimum málum, sum verða viðgjørd samstundis. Hann og kona hansara, Sara Netanyahu eru skuldsett fyri at hava fingið gávur frá einum amerikonskum filmsframleiðara og avstralskum milliardingi í býti fyri politiskar tænastur.

Eisini er Netanyahu skuldsettur fyri at hava roynt at gera eina avtalu við ísraelska miðilin Yediot Ahronot fyri at fáa meira jaliga umrøðu.

Ísraelski forsætisráðharrin hevur noktað seg sekan.

Rættarfundirnir hava verið útsettir orsakað av krígnum móti Iran, men Netanyahu er  innkallaður til rættarfund mánadagin.

– Tað er ræðuligt, tað sum tey í Ísrael gera móti Bibi (Benjamin, red.) Netanyahu. Hann er ein krígshetja og ein forsætisráðharri sum hevur gjørt eitt frálíkt arbeiði í samstarvinum við USA um at sleppa av við vandamiklu kjarnorkuhóttanini í Iran, sigur Trump.

– Tað, sum er mest umráðandi, er, at hann í løtuni er í holt við at samráðast um eina avtalu við Hamas, sum inniber at fáa gíslarnar aftur. Hvussu ber tað til, at forsætisráðharrin í Ísrael kann verða tvungin at sita í einu rættarsali allan dagin fyri einki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder