Í sambandi við, at Black Friday verður hesa vikuna, minnir Brúkaraumboðið á reglur um tilboð, gávukort og kappingar á sosialum miðlum.
Í sambandi við tilboð verður mint á, at marknaðarføringin ikki má vera villaiðandi.
Tá ið ein vøra verður sett á tilboð, skal undanprísurin vera upplýstur, so brúkarin kann síggja, hvør vanligi prísurin hevur verið, og harvið hvussu stórur avslátturin er.
Er eitt tilboð bert galdandi fyri eina avmarkaða nøgd, skal hetta koma greitt fram. Er nøgdin ógvuliga avmarkað, ella væntast vøran skjótt at verða útseld, eigur talið á vørum at verða upplýst, skrivar Brúkraraumboðið.
Mint verður eisini á, at brúkarar sum útgangsstøði hava rætt til at fáa virðið á elektroniskum gávukortum útgoldið í gildistíðini og upp til eitt ár eftir, at gildistíðin er farin.
Hetta er galdandi fyri gávukort, sum kunnu avlesast elektroniskt, t.d. við strikukotu, QR-kotu ella aðrari elektroniskari kotu, og sum goldið er fyri. Vanlig pappírsgávukort, sum ikki kunnu avlesast elektroniskt, geva vanliga ikki sama rætt.
Vinnurekandi kunnu eisini skipa fyri kappingum, har luttakarar skulu dáma ella deila eitt uppslag. Tað er hinvegin ikki loyvt at krevja ella leggja upp til, at luttakarar skulu frámerkja sínar vinir.
Treytirnar fyri kappingini skulu vera greiðar og lættar at skilja. Millum annað skal upplýsast um virðið á vinninginum, møguligar avmarkingar, nær og hvussu vinnarin verður funnin, og hvussu vinningurin verður latin.
Brúkaraumboðið minnir eisini á, at tað eru nógv ung undir 18 ár, ið hava sosialar miðlar.
Burturluta vinnurekandi ein vinning, sum tað vanliga er 18 ára aldursmark fyri at keypa, eigur tað ikki at vera gjørligt hjá ungum undir 18 ár at luttaka og at vinna ein tílíkan vinning.
Brúkaraumboðið hevur í sambandi við Black Friday nøkur góð ráð til brúkarar:
- Samanber prísir og kanna, um tilboðið veruliga er so gott, sum lýst verður
- Keypir tú á netinum, kanna, um nethandilin hevur teldupost ella telefonupplýsingar á heimasíðuni, soleiðis at til ber at seta seg í samband við handilin.
- Keypir tú jólagávur, kanna treytirnar fyri umbýting, herundir umbýtingarfreistina og møguleikan fyri at fáa tilgóðarseðil.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald