
Russland fær einki ukrainskt øki sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, eftir at tað er vorðið greitt, at amerikanski forsetin, Donald Trump, og russiski forsetin, Vladimir Putin skulu hittast í Alaska í komandi viku.
Les eisini: Trump og Putin hittast í Alaska komandi fríggjadag
Fráboðanin um hetta kom fyrst frá Trump, sum eisini segði, at "eitt býti av landaøkjum verður framt", sum fer at gagna bæði Ukraina og Russland, skrivar Ritzau.
Russland hevur áður kravt, at Russland skal fáa russiskt hertiknu økini í Ukraina, men hesum hevur Ukraina ikki tikið undir við.
– Svarið til spurningin um ukrainska økið finst longu í ukrainsku stýriskipanini. Eingin fer at víkja frá hesum, sigur Zelenskyj.
– Sjálvandi fara vit ikki at geva Russlandi løn fyri tað, landið hevur gjørt. Ukrainska fólkið hevur uppiborið frið. Men allir partar noyðast at skilja, hvat ein virðiligur friður er, skrivar hann á sosiala miðilin X.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald