Nú jólini eru í nánd, fer SamFelagið við SamFelagskalendaranum hvønn sunnudag í advent at bjóða einum samfelagsfrøðingi at hugleiða um eitt evni, ið bæði er viðkomandi og umráðandi at varpa ljós á hesa ársins tíð. Teir fýra samfelagsfrøðingarnir fara at svara trimum spurningum út frá teirra fakliga sjónarmiði. Samfelagsfrøðingurin hesuferð er Firouz Gaini.
Tátturin hevur sum endamál at varpa ljós á ymisk samfelagsmál, ið hava ávirkan á okkara samfelag og okkum føroyingar, umframt gevur okkum íblástur til gerandisdag okkara.
Les meiri um SamFelagið á www.samfelagid.fo
Gleðilig Jól
---
Hvat er títt samfelagsfrøðiliga bakstøði?
Eg eri antropologur og arbeiði á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum. Mín gransking hevur seinastu umleið átjan árini serliga snúð seg um ungdóm og ungdómslív í breiðum samfelagsligum høpi – eitt evni, sum ongantíð gerst keðiligt, eftirsum at ung duga so væl at bróta upp úr nýggjum.
Hvat heldur tú er umráðandi, at vit sum borgarar og samfelag hugsa um hesa ársins tíð?
Eg haldi, at vit hesa ársins tíð eiga at hugsa um at seta ferðina eitt sindur niður. Kenda grikska orðatakið sigur (í latínskari týðing) ‘festina lente’, sum merkir ‘skunda tær spakuliga’. Føroyska orðatakið, sum sigur ‘fram kemur hann, ið hóvliga fer’, sipar til tað sama. Hetta merkir ikki, at mann skal steðga, ella bakka, men at mann ikki skal gera ov skjótt av. Við at skunda sær spakuliga gerast fetini tryggari. At hesin boðskapurin ikki verður tikin í álvara, er ein stórur trupulleiki í dag. Ofta verður hugsað stuttskygt, uttan at gera sær far um langtíðar avleiðingarnar (t.d. fyri náttúruna) av einhvørjari samfelagsverkætlan. Og kanska serliga í teimum ‘góðu tíðunum’, tá hjólini mala við fullari ferð, tykjast nógv av okkum ikki at duga sær hógv. Men heldur enn at syngja eitt sorgarkvæði, um at ferðin á parísarhjólinum skal tálmast, so at upplivingin gerst meira svøvnlig, so kunnu vit hvør sær, eftir førimuni, taka nøkur val, sum gera mun. Viðhvørt er mann meira takksamur fyri ta einu (jóla) gávuna enn fyri eina rúgvu av pakkum.
Hvørji ráð vilt tú geva víðari til samfelagið?
Míni jóla-ráð eru:
Hugsið um fjølbroytta fólkið í landinum í dag sum eitt ríkidømi, heldur enn sum eina byrðu. Verjið eyðkenda føroyska gestablídnið og tollyndið, og kveistrið fórdómar ímóti kynsligum, átrúnaðarligum og mentanarligum minnilutum burtur.
Hugsið um Føroyaland – heilt konkret – sum nakað, ið framtíðarføroyingar hava rætt til at uppliva og knýta bond til, eins og farin ættarlið hava gjørt. Hóast ‘framgongdin’ og ‘vøksturin’ í samfelagnum krevur broytingar í landslagnum, so mugu vit eisini minnast til at verja náttúrulandslagið.
Og at enda, fyri at venda aftur til mítt granskingarevni, gevið yngru ættarliðunum meira pláss í samfelagnum. Latið tey ungu sleppa at spenna seg út, latið tey fáa størri ávirkan á politisku og mentanarligu pallunum, og lurtið eftir teimum, áðrenn tey verða sett í bás.
Gleðilig jól.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald