Eitt ja til Javnaðarflokkin er eitt nei til Fólkaflokkin. Tað segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, í formansrøðu sínari, tá Javnaðarflokkurin hevði landsfund í Smæruni í gjár.
- Vit hava lovað, at vit ikki fara í samgongu við Fólkaflokkin. Hetta snýr seg um álit. Tann, sum setur krossin við Javnaðarflokkin, fær javnaðarpolitikk. Tað kunnu vit ikki lova saman við Fólkaflokkinum, segði hann.
- Tann, sum setur krossin við Javnaðarflokkin, fær eitt samfelag fyri øll. Tað kunnu vit ikki lova saman við Fólkaflokkinum. Tann, sum setur krossin við Javnaðarflokkin, fær ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk. Tað kunnu vit ikki lova saman við Fólkaflokkinum. Tí hava vit sagt nei til Fólkaflokkin. Og ja til javnaðarpolitikk.
Til ber at síggja alla røðuna her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald