Tað er ikki Sambandsflokkurin, sum hevur bjóðað Lars Løkke Rasmussen til Føroyar at hava valfund í Østrøm. Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum. Men formaðurin í Sambandsflokkinum sær onki galið í, at danski statsministarin kemur til Føroyar í valstríðnum.
- Hann stríðist fyri einari bláari stjórn í Danmark og vil sjálvandi gera alt fyri at fáa hana, sigur Bárður á Steig Nielsen. Men er tað ikki púra greitt, at Lars Løkke Rasmussen kemur til Føroyar, tí hann vil hava eitt sambandsumboð valt í Føroyum heldur enn eitt loysingarumboð?
- Tað veit eg ikki. Men Lars Løkke Rasmussen hevur so boðað frá alment, at hann vil hava eitt borgarligt umboð, staðfestir Bárður á Steig Nielsen.
Tá fólkatingsval var seinast, avlýsti drotningin vitjan til Føroyar, tí hon ikki vildi ávirka valstríðið í Føroyum. Men Bárður á Steig Nielsen heldur tað vera positivt, at Lars Løkke Rasmussen gevur sær stundir at vitja í Føroyum.
- Eg haldi tað er stórt, at Lars Løkke Rasmussen tekur sær tíð at raðfesta ríkisfelagsskapin, hóast hann er í einum hektiskum valstríði í Danmark, sigur formaðurin í Sambandsflokkinum, sum visti at vitjanin møguliga fór at vera, at enda.
Sambært Kringvarpinum ætlar Lars Løkke Rasmussen eisini at vitja ymisk virkir í Føroyum, umframt at hann fer at hava opnan kjakfund fríggjadagin í Østrøm.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald