Sergej Skripal og dóttur hansara vórðu funnin vitleys á einum beinki í bretska býnum Salisbury í mars. Bæði tvey vóru eitraði við eiturevninum Novichok.
Bæði tvey yvirlivdu álopið, men eitt annað par fann fløskuna, sum eitrið var goymt í, og ein kvinnan doyði.
Sergej Skripal var fyrrverandi njósnari, har hann njósnaðist móti Russlandi. Stórabretland hevur ákært Russland fyri at hava beint fyri Skripal, men hesum hevur Russland nokta fyri.
Nú úttalar russiski forsetin, Vladimir Putin, seg fyri fyrstu ferð um Sergej Skripal.
- Summir miðlar royna at vísa Skripal sum eitt menniskajatgerðarfólk. Hann er ein njósnari og ein landasvíkjari. Hann er eitt pakk og einki annað, sigur Putin sambært russiska miðlinum Tass.
Putin sigur víðari, at Skripal varð fangaður, revsaður, og sat fimm ár í fongsli. Hann var síðani latin leysur, og hann fór uttanlands, og helt fram við at samstarva við og veita ráð til útlendskar trygdartænastur.
Sergej Skripal varð dømdur 13 ára fongsul fyri landasvik við njósning í 2006. Hann varð leyslatin í einum býtishandli millum Russland og USA. USA lat 10 russiskar njósnarar leysar, meðan Skripal og tríggir aðrir fangar vórðu leyslatnir. Sergej Skripal flutti síðani til Stórabretland.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald