26 ára gamla Eline Hammer úr Havn valdi fyri minni enn trimum mánaðum síðani at fáa fleiri skurðviðgerðir, soleiðis at hon fekk tann kroppin aftur, sum hon hevði, áðrenn hon fekk tvey børn.
- Skurðviðgerðirnar eru súmbol upp á eina nýggja byrjan. Eftir at eg og maðurin vóru farin hvør til sítt fór eg undir at venja miðvíst og eta sunt, og tað gekk eisini væl, tí eg lætnaði eini 30 kilo, greiðir Eline Hammer frá og heldur fram:
- Búkurin var ov leysur og stórur, og bróstini vóru so at siga púra tóm. Alt hetta órógvaði og var irriterandi, tá eg skuldi venja, sigur Eline Hammer við Góðan morgun Føroyar.
Í morgunsendingini greiddi Eline Hammer frá, hvussu skurðviðgerðirnar í Litava fóru fram, og hvønn týdning tær hava havt fyri hana.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald