- Ístaðin fyri at loysa allar trupulleikarnar í samfelagnum, og bara at uppfylla øll síni vallyfti, so nýtir løgmaður alla sína tíð og orku uppá at svíkja tað ófødda barnið. Slíkan løgmann fara vit ikki at samstarva við.
Hetta staðfestir Jenis av Rana í viðtalu við Kringvarpið.
Formaðurin í Miðflokkinum hevur ongantíð fjalt, hvat hann heldur um fosturtøku, og stendur flokkurin saman í hesum máli.
Nú løgmaður hevur loyst Súsonnu Bertholdsen úr starvi sum landsstýriskvinnu í í barna- og útbúgvingarmálum, dagin eftir at hon tók við, bendir alt á, at málið um at broyta fosturtøkulógina kemur ígjøgnum. Súsanna Bertholdsen avloysir Djóna Nolsøe Joensen í tinginum, og harvið verður eftir øllum at døma ein nei-atkvøða til eina ja-atkvøðu, og kann hetta verða tungan á vágskálini.
Hetta kann fáa avleiðingar aðrastaðni.
- Um hetta verður soleiðis, sum tey hava gjørt av einaferð í "nattens smug og mørke" - at offra barnið við at skifta Djóna um við Súsonnu - so eru við ikki longur við í samstarvi við løgmann, staðfestir Jenis av Rana.
Hann váttaði víðari, at í hesum førinum varð víst til sonevndu tjóðarsemjuna, sum allir flokkar uttan Sambandsflokkurin hava verið við til. Nú bendir nógv á, at Miðflokkurin ikki verður við í samráðingunum við Danmark, sum eftir ætlan byrja í januar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald